Stjørnan vann fyrsta sigurin

SMS-deildin: Stjørnan vann greitt - Kyndil hevur framvegis fyrsta sigurin tilgóðar.

Ein hondbóltsdystur hevur verið í SMS-deildini hjá kvinnum í kvøld. Hann varð spældur í Klaksvík, har Stjørnan og Kyndil skuldu royna at fáa sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum.


Kyndil legði betur fyri og var á odda 6-2, men heimaliðið svaraði aftur og javnaði við støðuna 11-11. Stjørnan endaði eisini fyrra hálvleik betur og fór til hálvleiks á odda 15-13.


Tað leikti javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so dró Stjørnan frá og var eina løtu á odda 27-20. Tá ið saman um kom vann Stjørnan dystin 31-25.


Hetta var fyrsti sigurin hjá Stjørnuni í ár, sum nú hevur vunnið seg upp á trý stig. Hetta var samstundis triðja tapið hjá Kyndli, sum harvið framvegis hevur sítt fyrsta stig tilgóðar.


Stjørnan – Kyndil 31-25 (15-13)


Stjørnan: Sonja Sirdal 9, Tóra Eliasen 7, Mina Sirdal 5, Judith Dam-Jacobsen 5, Katrin Bertholdsen 2, Marið Heimustovu 1, Jórun B. Nielsen 1


Kyndil: Bára K. Hansen 8, Súna K. Hansen 5, Anja Eliasen 4, Beinta Lindberg 3, Sólja B. Poulsen 2, Birita Mortansdóttir 1, Beinta Bárðardóttir 1


* Hagtøl smb. dómaraseðlinum – ein málskjútti manglar á hvørjum liði