Hondbóltur
Neistin-Stjørnan 22-23 (10-13)
Tað vóru ávíkavis gull- og silvurvinnararnir frá undanfarna kappingarári, sum fóru á vølin sunnudagin, og tí kundi kanska roknast við eitt sindur av spenningi. Eisini tí at Neistin í fjør var eitt av bert tveimum liðum, sum megnaðu at koppa Stjørnuni í landskappingini.
Í mun til í fjør eru tó broytingar farnar fram á báðum liðunum, og harumframt máttu tey bæði vera ein týðandi leikara fyri uttan sunnudagin.
Hjá heimaliðnum er stórur saknur í Ingu Danberg, sum ikki er tøk fyrr enn 7. november. Hinvegin var eisini Stjørnan nakað skerd, við tað at Annika Ljósstein lá sjúk eftir í Klaksvík.
Rótut
Longu frá byrjan var líkt til, at talan ikki skuldi gerast um eitt hondbóltsupplivilsi av teimum stóru.
Neistaliðið fór nærum alt fyri eitt úr at mansverja Vesnu Tomajek, og hetta ørkymlaði sjálvsagt álopsspælið hjá Stjørnuni, sum frammanundan var merkt av missinum av Anniku.
Hinvegin gav hetta betri rúmd til aðrar leikarar, og serliga dugdu Andriana Milodanovic og Joan M. Joensen at gera sær dælt av hesum.
Heldur ikki hjá Neistanum eydnaðist serliga væl at fáa nakað skipað spæl í lag. Ferðin varð ikki nóg høg, til at tær veruliga kundu spæla stjørnuverjuna tunna, og tí varð í stóran mun roynt at avslutta álopini við at lata skotstyrkina hjá Anniku Thomsen standa sína roynd.
Adriana í serflokki
Tí parturin av spælinum, sum riggaði best, stóð jugoslaviski vongurin hjá Stjørnuni fyri. Higartil í ár hevur hon verið toppskjútti hjá Stjørnuni, og sunnudagin prógvaði hon eisini hví.
Hvørja ferð Neistin bara gjørdi klárt til at avslutta, fleyg skjóti vongurin avstað, og um neistaroyndin ikki gav mál, var klárt hjá Johannu at tveita ein langan bólt fram.
Eisini megnaði hon sera væl at smoyggja sær inn av vonginum, og avlutningarnir hennara eru somikið ymsikir, at tað nærum er ógjørligt hjá málverjanum at rokna hana út.
Av teimum 13 málunum, sum Stjørnan fekk í fyrra hálvleiki, stóð Adriana fyri teimum átta, umframt at hon eisini átti okkurt brotskast, og hetta sigur rættiliga nógv um týdning hennara fyri liðið.
Tí var tað eisini ein dyggur smeitur hjá Stjørnuni, tá jugoslavin tíðliga í seinna hálvleiki varð borin av vølli.
Í eina at síggja til vandaleysari støðu, small hon brádliga í gólvið, og skjótt var greitt, at okkurt var heilt galið. Sjúkrabilur varð tilkallaður, og eftir at hava bíðað í 20 pínufullar minuttir, slapp Adriana at enda á Sjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at hælsinan er slitnað.
Stóð nógv á
Um hetta mundi var Stjørnan ávegis einum tryggum sigri, men tað var skjótt, at Neistin nú fór at toga seg aftur.
Føroyameistararnir høvdu nú mist týdningarmesta álopsvápnið, tær tóktust ikki sørt skelkaðar av tilburðinum.
Restina av dystinum stríddust tær fyri at varðveita leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini, men nógv stóð tó eisini á.
Hóast Neistin í fleiri førum tveitti bóltin burtur í álopsroyndum, so fmegnaði Stjørnan ongantíð at draga rættiliga frá. Ikki minst takkað verið eini væl leikandi Helenu í neistamálinum.
Umframt at taka fleiri naskar royndir, forðaði hon eisini fleiri brotskøstum at fara inn, og móti endanum hevði hon heilt tikið pippið frá klaksvíkingunum. Tvær ferðir á rað hevði Stjørnan møguleikan at avgera dystin við brotskøstum. Báður ferðirnar misnýtti tær, og tá ein minuttur var eftir at leika, var munurin minkaður niður í eitt mál.
Í seinastu álopsroyndini fekk Stjørnan tó avgjørt dystin, tá Una Olsen hegnisliga lobbaði upp um málverjan, og so hjálpti tað lítið, at Birita Wardum í seinastu sekundunum minkaði um munin.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Birita Wardum 7, Annika Thomsen 5(2), Súna Mørk 3(2), Kára á Dunga 2, Bjørg Patursson 1, Mildrid Jacobsen 1, Susan Brockie 1, Ata Høgnadóttir 1, Gunvør Hofgaard 1
Stjørnan: Adriana Milodanovic 8, Vesna Tomajek 5, Joan M. Joensen 5(1), Bára Skaale 2(1), Anna Kristian Samson 1, Una Olsen 1, Birgit Ryan 1
Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 7
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 2