Hóskvøldið var dystur í KÍ-høllini, har oddaliðið í bestu kvinnudeildini í hodbólti, Stjørnan, tók ímóti StÍF, sum undan dystinum lá á næstaftasa plássi. Júst hesi bæði liðini møttust eisini í næsta dystinum í hesum kappingarárinum, og ta ferðina vann Stjørnan tepurt, eftir at StÍF hevði ført langt út í seinna hálvleik. Nú var tíðin komin hjá Stjørnuni at seta strandakvinnur uppá pláss.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan flúgvandi byrjan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Og tað gjørdu tær so sanniliga eisini. Tær ruku avstað, og StÍF fekk einki mál fyrrenn í 6. minutti, og tá hevði Stjørnan longu skora fýra ferðir. Sum hálvleikurin leið økti Stjørnan enn meir um leiðsluna, og tá 18 minuttir vóru farnir, var støðan 10-3 til heimaliðið. Restina av hálvleikinum var gongdin heldur javnari, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 15-9 til Stjørnuna, sum var nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leiðslan bara øktist
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Stjørnan helt á fram í seinna hálvleiki, har tær høvdu slept í fyrra. Fyrstu løtuna royndi StÍF at hanga í, men so glapp. 20 minuttir inn í seinna hálvleik hevði Stjørnan økt enn meir um leiðsluna, og nú var støðan knapliga 33-14 til Stjørnuna. Hesa løtua hevði Stjørnan fingið 11 mál í 9 minuttir, meðan StÍF einki mál hevði fingið, og nú lá líka sum í luftini, at hesin dysturin kundi enda við sorli.
Síðstu 10-12 minuttirnar valdi Stjørnan tó at taka flestu av berandi kreftunum út, og í staðin fingu fleiri av ungu leikarunum møguleikanum. Hetta gagnnýtti StÍF, og síðstu løtua megnaðu tær eisini at pynta um úrslitið.
Endaliga støðan gjørdist 36-22 til Stjørnuna, og við sigrinum hava tær økt um munin niður til nærmastu liðini, sum tó hava leikt ein dyst færri. StÍF verður við tapinum verandi á næstaftasta plássi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakta
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan-StÍF 36-22 (15-9)
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan: Joan Djordjevic 7, Una Olsen 6, Alina Olaru 4 (3), Durita Mikkelsen 4, Bára S. Klakstein 4, Hanna Mikkelsen 3, Anna Kristina Samson 3, Durita Christophersen 2, Simona Petersen 2, Maria við Neyst 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF: Ninna K. Johansen 5 (1), Poula D. Olsen 5, Rebekka Justinussen 4 (1), Ata Gregersen 3, Sólfríð Christiansen 2, manglar okkurt
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brotskøst: Stjørnan 3, StÍF 2
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 3
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr