Stjórnin eigur nú General Motors

Amerikanski bilrisin hevur verið gjøgnum fíggjarliga umskipan, sum millum annað ber við sær, at stjórnin nú eigur 61% av partabrøvunum Amerikanski bilídnaðurin er framvegis í svárari kreppu.

Herfyri noyddist Pontiac at læsa dyrnar, og fyri góðum mánaði síðan fór General Motors í gjaldssteðg.

Gjaldssteðgurin hevði til endamáls at skapa møguleikar fyri eini fíggjarligari umskipan, og hendan er nú gjørd.

Sunnu aktivini eru flutt yvir í nýtt felag, sum eitur General Motors Company, og har eigur amerikanska stjórnin 61% av partabrøvunum. Aðrir partaeigarar eru canadiska stjórnin og fakfelagið hjá bilverksmiðjuarbeiðarum.

Í fjør hevði General Motors eitt hall upp á 28 milliardir dollarar, og samanlagt hevur amerikanska stjórnin nýtt á leið 50 milliardir dollarar til at bjarga fyritøkuni.