Eftir stórar mótmælisgongur í gjár, kallaði danska stjórnin til fundar í morgun at viðgera støðuna í lockoutinum hjá kommununum mótvegis lærarafelagnum.
Forsætismálaráðharrin, Helle Thorning Schmidt, greiðir á tíðindafundi klokkan 9 føroyska tíoð frá, hvussu stjórnin leggur upp í lockoutið mótvegis lærarunum.
Ársroyndirnar, sum skuldu byrja 2. Mai, vórðu í gjár útsettar av undirvísingarráðharranum, Christine Antorini.
Kravið í mótmælisgongunum í gjár var, at stjórnin legði upp í, men tað eru ikki øll, ið halda tað vera rætt. Eitt nú fyrrverandi politikarin og nú politiski eygleiðarin, Hans Engell, heldur, at stundin ikki er hin rætta beint nú hjá stjórnini at leggja upp í.
Í løtuni er ikki greitt, hvussu stjórnin ætlar at leggja upp í.