Stjørnurnar saman á palli

Hvør sær hava tær langt síðani prógvað, at tær eiga sítt serliga pláss á tónleikaliga stjørnuhimmalinum. Og nú fara Eivør, Guðrun og Lena so fyri fyrstu ferð á pall saman. Tað er nevniliga eydnast kvinnublaðnum Kvinna at savnað tær tríggjar á stórari felags konsert í Keypmannhavn í summar

Hvør á hvør sína hátt fara tær beint inn í hjørtuni á áskoðarnum, hvørja ferð tær trína fram á palli. At síggja tær allar, Eivør, Guðrun og Lenu samstundis á sama palli ljóðar sum ein dreymur, men nú ger kvinnublaðið Kvinna dreymin til veruleika. Tað er nevniliga eydnast at savna tær tríggjar stjørnurnar til ein stóra felags konsert í Falkoner Centrinum í Keypmannhavn 4. juni.
Við konsertini vónar Kvinna ikki bara at røkka sínum lesarum uttanlands, men eisini at geva øllum høvi at hoyra framúr væl syngjandi havfrýrnar, verður sagt í nýggjasta Kvinna.
Ambitiøst
Hóast tær tríggjar songstjørnurnar uttan iva eru sera upptiknar av øðrum konsertum, vóru tær allar beinanvegin fúsar at vera við á felags konsertini, tá Kvinna heitti á tær, sigur Edvard Nyholm Debes, samskipari. Edvard er eisini kapelmeistari í orkestrinum, sum er sett saman til júst hesa konsertina.
- Hetta er eitt sera ambitiøst projekt, so tónleikarnir eru valdi við umhugsni. Tveir eru danir, sum báðir hava spælt saman við nógvum av teimum bestu tónleikarnum í Danmark, so er vit tveir føroyingar og tvær kórgentir, sigur Edvard.
Skráin á konsertini er løgd serliga til rættis til tær tríggjar songkvinnurnar og júst hetta høvið. Enn er tó ikki komið heilt á mál við skránni, so Edvard kann ikki avdúka meir beint nú, men lovar eina stóra konsert á sera høgum støði í einum framúr góðum konsertsali.
3 stjørnur
Guðrun Sólja Jacobsen kom sum eitt stjørnuskot, men prógvaði skjótt at hon var annað og meir enn ein stjørna bert tað eina kvøldið. Hon vann ikki bara kappingina, men flest øll hjørtu í ríkunum, tá hon stóð har fyrstu ferð í Stjerne for en aften og sang ?Promise me?, so gásahúðin prikaði um allan kroppin. At tað ikki eydnaðist at vinna seinasta umfarð, er kanska bara eitt tekin um, at Guðrun er eitt ov stórt talent til eina kapping, har onnur seta treytirnar. Nú vil hon royna seg sjálv, og onnur fløgan hjá henni er longu komin.
Tað kann tykjast sum, at tað er lítið eftir, sum Eivør Pálsdóttir ikki hevur roynt innan tónleikin. Tað fer neyvan ein dagur, uttan at vit hoyra okkurt nýtt og áhugavert frá unga sangfuglinum úr Gøtu. Nýggja fløgan hjá Eivør saman við Danmarks Radios Big Band er júst komin á gøtuna, og beint nú er hon á konsertferð í Kanada saman við Bill Bourne.
Lena Andersen hevur serliga roynt seg í Kanada, men í ár hava hon og maðurin Niclas Johannesen ætlanir um at hava fleiri konsertir í Danmark og aðrastaðni í Europa. Lena hevur líka frá byrjan arbeitt sera miðvíst við síni yrkisleið sum tónleikari, og tað hevur givið úrslit. Nú hava hon og Niclas fingið ongan minni ein fyrrverandi umboðsmannin hjá The Beatles sum manager, eftir at hesin var tikin á bóli eftir at hava hoyrt fløguna  ?Can?t erase it? hjá Lenu.

At hesar tríggjar føroysku songkvinnurnar hava tað í sær, sum skal til, fyri at koma upp á tindarnar á altjóða tónleikapallinum, man neyvan nakar ivast í, sum kennir teirra tónleik og ikki minst teirra framúr góðu røddir. At uppliva tær saman á palli verður uttan iva ein heilt serstøk uppliving fyri áskoðarnar, men eisini fyri tær tríggjar hevur hendan konsertin ein heilt serligan týdning. Ella sum Lena sigur við Kvinnu
- Eg vóni at hendan konsertin kann hjálpa okkum fram í Danmark, men vit skulu njóta konsertina. Tá ið alt kemur til alt, snýr tað seg um tónleikin, og tað skulu vit ikki gloyma, sigur Lena, sum eins og Eivør og Guðrun er sera spent uppá løtuna í Falkoner Centrinum 4. juni.
Atgongumerki til konsertina kunnu i fyrstu syftu keypast umvegis heimasíðuna hjá Kvinnu, www.kvinna.fo. Seinni verða tær eisini at fáa á billetnet.dk