Stjørnuvenjarin framvegis ikki komin til landið

Hondbóltur: Gongur striltið at fáa innferðarloyvi upp á pláss

Nýggi jugoslaviski venjarin hjá Stjørnuni er framvegis ikki komin til landið. Orsøkin er, at tað gongur sera striltið at fáa øll neyðug loyvi frá donskum myndugleikum.

Ætlanin er at jugoslavin, sum er ein kvinna, sum eisini skal spæla við Stjørnuni, skal venja yngru deildirnar, og tí liggur venjingin hjá øllum teimum yngru deildunum í Stjørnuni still í løtuni.

Sólvá Eystberg hevur seinastu vikurnar tikið sær av venjingini hjá 1. kvinnuliði, sum verður við í Europa-Cup í oktober.