Danskur kvinnuhondbóltur hevur tað gott í hesum árum. Landsliðið telist millum tey sterkastu í heiminum, og eisini danska landskappingin er sera sterk.
Europeiskir stjørnuspælarar leita sær til Danmarkar at spæla, tí har eru stórar avbjóðingar og pengar at vinna.
Eitt av fremstu feløgunum í Danmark er Ikast-Bording, og har fer ein kenningur í føroyskum hondbólti at spæla komandi árið.
Talan eru Danielu Ercevic, sum farna árið var spælandi venjari í Klaksvík. Daniela var profilur á Stjørnuliðnum, og umframt at taka sær av venjingini, var hon eisini toppskjútti hjá Stjørnuni.
Best í Europa
Ikast-Bording er nú farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og málið er ikki so lítið hjá jútska liðnum.
Liðið ætlar sær at koma í finaluna í europeisku Champions League kappingini, og tað málið verður mett sum týdningarmesta hjá felagnum komandi árið. Ikast-Bording hevur vunnið alt, sum vinnast kann, men felagið hevur ongantíð verið í Champions League finaluni. Í fjør komu tær í hálvfinaluna, áðrenn tær vórðu steðgaðar.
Ikast-Bording hevur mist fýra spælarar síðani í fjør. Jenny Holmgren, Grit Jurack, Nodjalem Myaro og Henriette Mikkelsen eru ikki longur í felagnum, og tað er sum avloysari fyri hesa síðstu, at Daniela Ercevic er fingin til felagið. Hon skal spæla á vonginum, og tað hevur hon gjørt so væl áður, at hon spældi á jugoslaviska landsliðnum.
31 ára gamla Ercevic hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Ikast-Bording, og hon er ein av fimm nýggjum spælarum í felagnum. Hinar eru Josephine Touray, Gro Hammerseng, Sanja Jovovic og Ana Voicic.
Venjari í felagnum er Christian Dalmose.