Mitt i nátt fekk løgreglan fráboðan um ein mann, sum hevði stolið eina árabát, sum lá bundin á Kongabrúnni í Havn.
Hann hevði loyst og sett seg til árarnar og var farin frá landi.
Men maðurin var fullur og fólk, sum sóu hann, vóru bangin um hann, serliga tí at tað var mjørki og tey stúrdu fyri, at hann viltist, og at tey ikki fóru at finna hann aftur í møjrkanum.
Løgreglan kom á staðið, og fekk gjørt prei á mannin, men hann var einki við upp á koma aftur til lands.
Ein útróðrarbátur kom framvi, og løgreglan fekk útróðrarmannin at rópa á mannin, men hann læt ikki við seg koma
Tískil sendi løgreglan boð eftir bjargingarbátinum, Lív, men tá játtaði maðurin so at leggja at landi aftur. Hann rói inn á Ískeiina, har løgreglan fekk fatur á manninum.
Løgreglan sigur, at maðurin kom ikki út um Molan, men nú fær hann so eina bót fyri at hava stolið bátin.