Stjól brennivín í Rúsuni

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um stuldur í Rúsuni í Havn

Løgreglan fekk gjáramorgunin fráboðan frá Rúsdrekkasøluni í Havn um, at onkur hevði stolið brennivín í deildini hjá Rúsuni við Hoyvíksvegin í Havn leygardagin. Av tí at vakmyndatól eru, so sást tilburðurin á vakmyndatólinum, og persónurin varð kendur aftur. 

Løgreglan fór tí eftir persóninum og handtók hann og skuldsetti hann fyri stuldurin. Viðkomandi játtaði seg sekan – sum var so líkatil, tí løgreglan hevði tilburðin á filmi.

Í gjár kom eisini tann dagliga fráboðanin úr Trongisvági um leysan seyð í bygdini.