Danska løgreglan biður nú almenningin um hjálp at finna ein málning, sum er stolin úr Ølstrup Kirkju eystan fyri Ringkøbing í Vesturjyllandi.
Tað er listamaðurin Emil Nolde, sum hevur málað málningin, ið var altartalva í kirkjuni. Málningurin, sum er frá 1904, er mettur at vera 10 milliónir krónur verdur.
Kirkjan í Ølstrup stendur opin um dagin, men tað er tó ikki vist, at málningurin er stolin, meðan kirkjan hevur staðið opin.
-Tað er einki, sum bendir á innbrot, men tjóvarnir kunnu hava fjalt seg inni í kirkjuni og tikið málningin, eftir at kirkjan bleiv stongd seinnapartin í gjár, sigur Jens Ole Pedersen hjá løgregluni í Ringkøbing við Ritzau.