Tað er í Fuglafirði tað hendir í løtuni.
Men tað er neyvan nakað, sum fuglfirðingar eru glaðir og stoltir av. Teir reypa í hvussu er ikki av tí.
Innbrot, stuldur, bardagar og harðskapur er ikki nakað sum fólk eru glað fyri og tað skapar ein ótryggleika, sum føroyingar ikki áður hava havt orsøk at óttast.
Hjá løgregluni gevur hetta nógv óneyðugt eykaarbeiði, sum kundi verið betri brúkt aðrastaðni.
Stjolið FR/Visa-kort
Um vikuskiftið var Tróndur í Gøtu á Fuglafirði og legði upp veiðina frá seinasta túrinum.
Manningin arbeiddi, sum vera mann og tað var seint áðrenn menn fóru til hús.
Um hálvgun eitt tíðina sunnunáttina fór ein av manningini niður í kamar sítt at skifta áðrenn hann fór til hús og tá gjørdist hann varugur við, at hann hevði havt »ókunnugfólk« á vitjan á kamari sínum.
Teir høvdu verið í pengamappuni, sum lá í klæðunum og haðani høvdu ótangarnir tikið allar teir leysu pengarnar - einar 800 krónur.
Harumframt høvdu teir eisini tikið við sær FR/Visa-kortið, sum lá í mappuni.
Kortið sperrrað
Men teir koma ikki langt við kortinum.
Í fyrsta umfari tí teir ikki hava PIN-kotuna til kortið og í øðrum umfari tí at eigarin gjørdi skjótt av og fekk peningastovnin at sperra kortið.
Tað merkir, at kortið tí ikki kann brúkast.
Sjálvt um tað kann tykjast løgið, so hevur eigaramaðurin avgjørt ikki at melda tilburðin til løgregluna.
? Pengarnir eru ikki tann stóri missurin og kortið fáa teir ikki brúkt til nakað sum helst, so eg tími ikki at melda, sigur hann.