Hóast Mærsk Air í seinastu viku avlýsti tiltakið, ætlað var í Føroyum í samband við stjóraskiftið í felagnum, hevur leiðslan nú kortini avgjørt, at tað verður.
Men tann parturin av tiltakinum, sum fevndi um frumframførsluna av Barbau, verður ikki, verður sagt í skrivi, blaðið hevur fingið frá Mærsk Air.
Ferðin er í samband við, at Bjarne Hansen, stjóri í Mærsk Air, fer í starv sum stjóri í øðrum A.P.Møller felagið, Mærsk Contractors.
Nýggi stjórin í Mærsk Air eitur Flemming Knudsen og hevur fyrr verið í starvi í enska flogfelagnum hjá Mærsk, Mærsk Air LTD.
Umframt hesar báðar verða eisini fleiri donsk tíðindafólk við á ferðini.
í hesum sambandi verður okkurt tiltak fyrireikað í Føroyum, har gestirnir fáa høvi at uppliva føroyska mentan.