Í dag fekk Jan Ziskasen lykilin frá Kristiani R. Davidsen, og nú er tað hann, sum stjórnar føroyska samskiftisrisanum, Føroya Tele.
Í dag var móttøka í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Klingruni í Hoyvík í sambandi við stjóraskfitið.
Kristian R. Davidsen hevur sagt stjórastarvið frá sær, sum hann hevur røkt seinastu níggju árini. Hann byrjar 1. desember í starvi sum stjóri fyri Tele Greenland og Post Greenland.
Jan Ziskasen, sum er ættaður úr Klaksvík, hevur seinastu 12 árini starvast í ávikavist London og Chicago, har hann hevur verið tekniskur stjóri, CTO, í altjóða risafyritøkuni Kraft Foods.
– Familjan og eg hava flutt nógv runt millum fleiri lond seianstu 23 árini, men fyrr í ár gjørdu vit av at flyta heim, so eg eri ikki komin heim til hetta starvið, men tað passaði so, at starvið varð leyst, og eg fekk starvið, sigur Jan Ziskasen.
Nógv fólk var til móttøkuna seinnapartin í dag.