Støðan við fóðurflakanum er ikki góð

- Flakin er sokkin og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarlaga á bakborðssíðu, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

 

 

Hin 5. apríl í ár sleit fóðurflakin Hellutangi á Víkum og rak á land við Reipsáfoss.

 

- Vit hava síðan arbeitt við at fáa yvirlit yvir støðuna fyri at finna bestu loysnina, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. 

 

Hann leggur aftrat, at støðan við flakanum er ikki góð, tí flakin er sokkin og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarlaga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi.

 

- Vit hava saman við serfrøðingum innan- og uttanlands viðgjørt, hvørjir møguleikar eru at bjarga flakanum. Niðurstøðan er, at av tí, at flakin er heilur omandeks og á síðunum ber til at lyfta hann upp við luft, um vit fáa tett øll op.

 

Atli Gregersen sigur í einari kunning í dag, at hetta arbeiði er farið í gongd, men við tað, at Víkar er sera kyrruvánt stað og tí, at líkindini eru vánalig, kemur bjargingararbeiðið at taka drúgva tíð.

 

- Støðan viðvíkjandi Hellutanga er annars stabil, sum fóðurflakin liggur nú. Vit hava dagligt eftirlit við støðuni og veðurlíkindunum á staðnum, sigur stjórin í Hiddenfjord.