Á starvsfólkadeildini hjá Strandfaraskipum Landsins vilja tey ikki kennast við tosið um, at skiparar á skipunum hjá stovninum støðast illa.
Heldur tvørturímóti, sigur starvsfólkaleiðarin, Páll Heinesen.
Hann vísir á, at skipararnir á Smyrli, Sam, Sildberanum og Ternuni hava verið verið í starvinum í fleiri ár, og at annar skiparin á Rituni fór frá við náttúrligari frágongd í januar í 2012.
Tað hevur verið víst á, at eitt ávíst skifti hevur verið á leiðini um Skopunarfjørð. Páll Heinesen sigur, at tríggir skiparar eru knýttir at Teistanum. Ein fór ein úr starvi í september í fjør, og ein er í farloyvi tað næsta árið.