Støkk fær nýggja høll

Fimleikur: Fimleikafelagið Støkk fær nýggj høll at venja í

Fimleikafelagið Støkk á Glyvrum telist millum tey størstu ítróttarfeløgini í Føroyum við sínum 450 limum.

Støkk varð stovnað 23. november 1966 og hevur síðani stovnan hildið til í Fimleikahøllini í Glyvra skúla.

Men nú eru útlit fyri at felagið flytir haðani til eitt størri og betri høli, hóast flytingin ikki verður so langt.


Keypt Glyvra Bio

Stuðulsfelagið hjá Støkk hevur nevniliga keypt bygningin hjá gamla Glyvra Bio, og ætlanin er nú at um- og útbyggja hølini soleiðis, at tey hóska seg til fimleikafelagið.

Stuðulsfelagið keypti húsini í vár, og fyrsta dagin verður farið undir at umbyggja húsini.

Ætlanin er í fyrsta umfari at gera umklæðingarrúm í sunnara enda á húsinum.

Í norðara parti er ein stórur salur, og ætlanin er nú beinan vegin at longja hendan salin við eini uppíbygging, so salurin verður 23 m til longdar.

Hetta er nevniliga kravið fyri at fimleikararnir kunnu venja lop í høllini.


1,3 milliónir

Hetta er mett at kosta umleið 1,3 milliónir, og felagið ætlar at fíggja hetta við ymiskum tiltøkum, umframt studningi, sum tey hava fingið játtaðan frá landsstýrinum.

Men hetta er bert fyrsta byggistig, tí ætlanin er seinni at breiðka húsið, soleiðis at tað verður 15 m breitt. Men hetta eru bert ætlanir á pappírinum enn, tí í fyrsta umfari skal húsið gerast so frægt, at tað kann nýtast til dagligu venjingina.

Ætlanin er at byrja umbyggingina móti sumri, og væntandi fer tað at taka eini 2-3 ár at gera, tað verður alt eftir hvussu ráðini verða, siga tey í Stuðlafelagnum, tí ætlanin er ikki at seta felagið í stóra skuld.


Fíggingin

Teirra part av fíggingini ætlar Stuðlafelagið at útvega við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, m.a. útleigan til bingo, privatar samkomur o.t. Eisini er ætlanin at selja jólatrø til jóla, eins og skipað verður fyri hugnakvøldum í heyst.

Harafturat er húsið góðkent at hava dans í, og ikki er ómøguligt at tað eisini verður.

Støkk hevur eisini fingið lovað at fáa ítróttarhøllina í Runavík til láns til trý ókeypis tiltøk, og ætlanin er eisini at gera brúk burtur úr tí, fyri at útvega pening.

Møguleikar verða sjálvandi eisini fyri at selja reklamupláss á húsinum, tí húsini liggja við ein av mest trafikeraða vegin í landinum.

Sum nevnt hevur Støkk ikki færri enn 450 limir, og felagið hevur fleiri lið, ið venja fimleik á ymiskum stigi.

Felagið hevur bæði motiónslið, móður og barn og lið, sum luttaka í ymiskum kappingum, so sum føroyameistarakapping, bæði í rútmiskum fimleiki og reiðskapsfimleiki, Grand Prix o.a.


Tekna limir

Stuðlafelagið hjá Støkk er júst nú í ferð við at skipa seg. Felagið varð stovnað herfyri, og endamálið hjá felagnum er at eiga og reka venjingarhúsið, umframt á annan hátt at stuðla Støkk.

Stuðlafelagið telur bert stovnararnar enn, men ein av fyrstu døgunum verður farið hús úr húsi at tekna limir.

Fimleikafelagið Støkk fevnir um bygdirnar kring Skálafjørðin eins og Funningsfjørð.