Við árs byrjan varð mett, at skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu fóru at verða umleið 44,4 miljónir krónur. Men, teir fyrstu fimm mánaðirnar í 2022 er persónsskattainntøkan 20,5 miljónir.
- Tað er væl meira enn áður metta inntøkan fyri hetta tíðarskeið, vita tey í Vágs kommunu at siga í dag.
Fyrstu fimm mánaðirnar í 2021 var skattainntøkan 19,1 miljónir. Soleiðis er skattainntøkan fyrstu fimm mánaðirnar í ár stívliga 1,4 miljón krónur hægri enn somu tíð í fjør.
- Vøksturin frá 2021 til 2022 fyri hesar mánaðirnar er á 7,37 prosent - og fyri alt landið var skattainntøkan fyrstu fimm mánaðirnar 5,02 prosent hægri enn mett.
Lagt verður aftrat, at talva hjá Taks vísir, at allar kommunur í Suðuroy høvdu framgongd í skattinum fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í 2021, undantikið Fámjins kommuna.