Størsti prosentvísi vøksturin er á Toftum

- Vit fegnast um vøksturin í fólkatalinum, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.

##med2##

 

 

 

Í uppgerð yvir fólkatal frá 1. desember 2020 til 1. desember 2021 er Nes kommuna tann kommunan í Føroyum, sum í hesum tíðarskeiði hevði størsta prosentvísa fólkavøksturin í Føroyum.

 

Á tíðindasending á FM1 í gjár skifti Árni Gregersen orð við borgarstjóran, Súna í Hjøllum, um tær avbjóðingar, sum ein vøkstur í fólkatalinum hevur við sær fyri kommununa.

 

- Í fyrsta lagi fegnast vit um vøksturin í fólkatalinum seinasta árið. Vit hava í fleiri ár havt á skrá, at vit vilja vera ein kommuna, sum hevur framburð og burðardygga menning við góðum trivnaði.

 

Borgarstjórin segði, at í Nes kommunu taka tey tað sum eina positiva avbjóðing, at fólkatalið veksur. Vit hava arbeitt dúgliga við at skapa karmar fyri bygging, bæði við grundstykkjum og møguleikum til leiguíbúðir.

 

- Vit hava eisini bygt út skúlan og frítíðarskúlan, og eg haldi, at vit klára avbjóðingarnar, sum liggja í tí fólkavøkstri, sum hevur verið, er og vónandi kemur at vera í kommununi frameftir, sigur Súni í Høllum.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen á FM1 hevði við borgarstjóran í Nes kommunu, har hann eisini greiðir frá teimum útstykkingarætlanum, sum kommunan hevur í løtuni.