Rumenin í B36, Nicolae Zamfir, er ikki longur knýttur at 1.liðshópinum hjá havnarfelagnum. Rumenin hevur so at siga verið skaddur síðan hann kom til Føroya, og tí hevur leiðslan í B36 valt at siga samstarvið upp við rumenan.
Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, vísur tó á, at rumenin er vælkomin at taka kappingina upp í B36, men tað verður ikki sum 1.liðsleikari. B36 hevur seinnu árini havt ringar royndir av útlendskum leikararum, og í fjør endaði samstarvið við miðvallarin, Din Sandu, eisini í úrtíð.
Sum skilst, so arbeiðir Nicolae Zamfir í Leirvík í løtuni, og hann ætlar sær ikki av landinum enn.