Stolni bilurin funnin í Hvannasundi

Bilurin, sum politiið eftirlýsti fyrr í dag, er funnin við atløgubryggjuna hjá Rituni í Hvannasundi, har hann er settur við skaða.

 

Bilurin er sæddur á Viðareiði millum klokkan 10 og 11 fyrrapartin, har hann koyrdi skilaleyst runt í bygdini.

 

Politiið ynskir at frætta frá fólki, sum hava sæð bilin í tíðarbilinum frá í nátt til umleið klokkan. 15.00 í dag – serliga um onkur hevur lagt merki til føraran. Tað kann gerast við at ringja til politistøðina í Havn á 351448 ella við at boða frá á Facebooksíðuni hjá Føroya Politi.