- Vesturheimurin eigur at syrgja fyri, at Ukraina fær tey vápn, sum landinum til eina og hvørja tíð tørvar, sigur Nato-aðalskrivarin, sum her heilsar ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Stoltenberg: - Hetta má ikki henda aftur

- Seinastu mánaðirnar hava einstøk "hol" og seinkingar verið í veitingunum av hernaðarligum stuðli til Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin.

- Vesturheimurin eigur at syrgja fyri, at Ukraina fær tey vápn, sum landinum til eina og hvørja tíð tørvar, sigur Nato-aðalskrivarin, sum her heilsar ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

- Vesturheimurin eigur at syrgja fyri, at Ukraina fær tey vápn, sum landinum til eina og hvørja tíð tørvar.

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, tá hann í dag vitjaði í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors.

Hann vísti á, at seinastu mánaðirnar hava einstøk "hol" og seinkingar verið í veitingunum av hernaðarligum stuðli til Ukraina.

- Vit mugu syrgja fyri, at hetta ikki hendir aftur, segði hann, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur aðalskrivaran.