Stoltenberg lovaði broytingar

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, kunnaði í dag Stórtingið um ymsar broytingar, sum stjórnin fer at fremja fyri at forða fyri, at tað, sum hendi í Oslo og á Utøya, skal endurtaka seg.

Broytingarnar eru í stóran mun avleiðing av atfinningunum, sum tann serliga 22. juli-nevndin kom við. Eitt nú skrivaði nevndin, at myndugleikarnir kundu havt fyribyrgt yvirganginum hjá Anders Behring Breivik, og at løgreglan átti at havt borið munandi skjótari at fyri at koma teimum neyðstøddu á Utøya til hjálpar.

Jens Stoltenberg segði í Stórtinginum í dag, at ein tilbúgvingarmiðstøð verður skipað í Oslo, og har skal ein servand løgregludeild halda til saman við øðrum. Harafturat skulu bjargingarvenjingar haldast javnan, og avvarandi myndugleikar skulu fáa betri útgerð.

Forsætisráðharrin segði, at fleiri mistøk vóru tann 22. juli fjør, og at hann var hamur um tað.