Stongin út móti stongin inn

Eitt korter inn í seinna hálvleik stendur Súni Olsen klárar at taka brotsspark. HB hevur løtuna undan lagt seg á odda, men hetta er møguleikin hjá Víkingi at koma inn aftur í dystin. Sigandi fyri gongdina hjá báðum feløgunum í ár, so rakti Súni Olsen stongina – og út!

Tað var óvanliga lítið fólk í Gunda­dali í gjár, tá HB tók ímóti Víkingi. Liðini blivu ávíkavist nummar eitt og trý í fjør, men heldur ikki tað hjálpti uppá áhugan hjá fólkinum. HB-húsið sá mest sum bara hálvfult út. Ein orsøk kundi verið, at HM var í sjónvarpinum samstundis. Ein onn­ur, at bæði AB og B36 spældu samstundis, men tað hevur víst seg í ár, at áskoðararnir eru trekir at fáast við.
– Tá vit ikki skora, so gera vit tað torført fyri okkum sjálvar. Bæði í dag og í seinnu hálvfinaluni ímóti ÍF hava vit fleiri møguleikar, men taka ikki av. Eg haldi at vit spældu fult upp við HB og hevði hatta brots­sparkið fari inn, so rokni eg við, at tað hevði koppað okkara veg, tí eg haldi at vit hava munin, sig­ur Niclas Niclassen, liðskipari hjá Víkingi.
Tað hendi lítið og einki í fyrra hálvleiki. Hóast fleiri góð uppspøl, so gjørdist tað sjálvdan vandamikið framman­fyri málinum. Tó so, so høvdu liðini hvør sín stóra møgu­leika. Fyrsta varð Finnur Justin­ussen spældur leysur, men hann tók sær ov góða tíð og HB verjan fekk prika bóltinum frá honum, áðrenn hann fekk spælt bóltin tvørtur um tile in púra leysan viðleikara. Løtu seinni bjargaði Niclas Niclassen á strik­uni, tá Milan Kulijc kom at standa prúa leysur frammanfyri mál­inum.
– Vit høvdu eitt verjukent út­gangs­støði við einum áleypara, men tveimum skjótum vengrum. Tað riggaði væl, vit hildu teimum frá teim­um stóru møguleikinum og fingu skapt onkrar sjálvir. Vit mangl­aðu bara at skora í dag. Tað er tor­ført at tosa um rættvísi í fótbólti, men eg haldi at vit hava uppiborið betri í dystinum í dag, sigur Niclas Niclassen.
HB kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Símun Samuelssen royndi seg við frísparki stutt uttan­fyri brots­steigin. Geza Turi í Víkinga­málinum tóktist hava tamar­hald á støðuni, men brádliga tók bólt­urin í ein leikara og skifti kós. Geza Turi varð seldur og HB á odda. Lítla løtu seinni fekk Víkingur brots­spark, men tað er stong út hjá Vík­ingi fyri tíðina, og brotssparkið fór sama veg. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, skoraði innskifti Levi Hanssen til endaliga úrslitið 2-0 til HB.
Gjøgnum allan dystin tóktist HB leggja stórt trýst á Súna Olsen og Nenad Stankovic á miðjuni hjá Víkingi. Serliga Nenad fekk harða viðferð til tíðir.
– Eg haldi tað ávirkar okkum so nógv. Teir spæla nærmast við fýra áleyparum og tí eru vit í yvirtal á miðjuni. Tað gevur okkum gott pláss at spæla í. At teir á heimavølli vejla at dekka tveir av okkara spæl­ararum so tætt, tað vísur bara at teir hava viðring fyri okkum, sigur Niclas Niclassen.
HB liggur nú aftur fremst, eftir at NSÍ hevði yvirnátt á fyrsta pláss­inum eftir sigurin á FC Suðuroy leyg­ar­dgin. Víkingur hevur nú tapt tríggjar teir seinastu dystirnar teir hava spælt. Tveir í landskappingini og ein í steypakappingini.
– Áðrenn kappingina høvdu vit eitt mál um at enda í millum trý tey fremstu, tað er framvegis mál­ið hjá okkum. Kappingin er ikki hálv­runnin enn og vit fara ikki at kasta handklæði í ringin í juni mánað, sigur Niclas Niclassen at enda.
Bæði HB og Víkingur skulu spæla grannauppgerðir mikukvøldið. HB skal á Argir at spæla ímóti AB, með­an Víkingur fær vitjan av NSÍ, sum hevur vunnið eir seinastu sjey dyst­irnar og liggur á einum øðrum plássi.