Stongja grótbrotið í Sandavági

Grótbrotið í Sandavági verður stongt um ikki so langa tíð. Hvussu verður við nýggjum grótbroti í Vágum er ógreitt enn

Grótbrot

Sandavági:Grótbrotið í Sandavági verður niðurlagt, og greitt er ikki, um nakað nýtt verður gjørt í Vágum. Verður tað ikki, verður neyðugt at flyta grót og skerv úr Hundsarabotni vestur í Vágar.
Ein teirra, sum hevur lastbilar í Vágum, er Niels Olgar Joensen í Sandavági. Hann sigur, at verður tað til tað, at tilfarið skal koyrast úr Hundsarabotni, verður tað so dýrt, at tað verður ikk keypandi hjá tí, sum brúka tað skal.
Kostnaðurin fyri ein rúmmetur av skervi er í dag kr. 140- umframt mvg, vísir Niels Olgar Joensen á. Tí kanst tú fáa ein bil at fara eftir úr grótbrotinum í Sandavági og leggja á eitt tún í Miðvági. Bilurin kostar kr. 360- um tíman, men túrurin varar einar 20 minuttir ella so. So alt í alt kann roknast við umleið 400,- krónum fyri eina slíka tænastu.
Verður støðan tann, at farast skal í Hundsarabotn, verður hetta os dýrt, sigur Niels Olgar Joensen, at tað verður ikki gjørt.
Tá fer í minsta lagi hálvurannar tími ella kanska tveir til bilin. Síðan skal gjaldast í minsta lagi 1.440,- krónur fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin. Umframt kemur so gjaldið fyri skervin. Tá kann hetta góða tilfarið til túnið skjótt kosta 2.000,- krónur, vísir hann á.
Niels Olgar Joensen sigur, at hjá teimum fer tað helst at loysa seg at koyra einar tríggjar bilar úr Vágum í Hundsarabot og haðani koyra skerv umorð á leigað skip í Kollafirði, sum so førir skervin til Miðvágs, haðani kann hann so koyrast til brúkaran í Vágum. Tað er umstendiligt, men bíligari enn tað, sum skuldi verða lættari og betri, nú tunnilin kemur, sigur hann.
?Jú, lættari og skjótari verður tað, men so nógv dýrari, at eingin fer at brúka tunnilin, sum støðan er nú, sigur Niels Olgar Joensen.

Ikki enn
Tað verður kortini ikki beint nú, at grótbrotið í Sandavági letur aftur, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Støðan er tann, sigur hann, at Landsverkfrøðingurin hevur brúkt tað tilfar og tað økið, sum loyvi varð givið til í Sandavági. Eitt lítið sindur er eftir, og til tað er uppbrúkt, verður arbeitt í grótbrotinum í Sandavági.
Aðrar orsøkir eru eisini fyri at steinggj har, sigur hann, Eitt nú er víst á, at avfall frá grótbrotinum rennur út í ánna niðanfyri, og tað er óheppið, um ta dálkar. Tað er so eisini tikið við í viðgerðina, tá gjørt er av at steingja verandi grótbrot í Sandavági.
Men tað merkir kortini ikki, at eingin møguleiki er fyri grótbroti í Vágum, vísir hann á. Samband hevur verið millum Landsverkførðingin og kommunurnar í Vágum um at fáa eitt nýtt grótbrot í oynni. Enn er eingin avgerð tikin, men møguleikin er enn livandi.

Kanska í Sørvági
Kanska kann eitt nýtt grótbrot gerast uttan fyri havnarlagið í Sørvági, hóast einki sum helst er avgjørt um tað enn, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Sørvágur hevur lítið uppland í samband við havnarøkið, so um sprongt varð har úteftir, kundi nytta fingist burtur úr tí soleiðis, sigur Eivin Jacobsen.
Hann váttar, at samband hevur veroð við Landsverkførðingin í vár, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr.
Tað, sum kann gerast ein trupulleiki nakað skjótt, sigur hann, er skervurin. Um stongt verður í Sandavági, verður eingin skervur at fáa í Vágum, um ikki annað grótbrot við knúsara verður gjørt. Grót er ikki nakar stórur trupulleiki sum er, tí nakað væl er enn at fáa frá Gásadalstunlinum, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.