FC Barcelona hevur longt sáttmálan við stórtalentið, Gavi. Nýggi sáttmálin er galdandi fram til á sumri 2026. Tað kostar nú 7,4 milliardir krónur at keypa miðvallaran frá FC Barcleona.
18 ára gamli Gavi kom til FC Barcelona frá Real Betis í 2015. Hann er tí at rokna sum uppvaksin í katalanska stórfelagnum. Hóast hann bara er 18 ára gamal, so hevur hann longu spælt 53 dystir fyri besta liðið hjá FC Barcelona.
Hann er saman við Pedri og Ansu Fati ein partur av tí nýggja FC Barcelona, sum skal lyfta arvin eftir Lionel Messi og stórheitstíðina síðani miðskeiðis í 00 unum. Meðan Pedri og Ansu Fati hava longt sínar sáttmálar, so hevur tað drigið út við Gavi.
Hann var í tí støðu, at hann kundi samráðast við onnur feløg og hevur verið settur í samband við alt frá Bayern Munchen til Manchester City. Nú er greitt, at ágrýtni miðvallarin hevur sáttmála við FC Barcelona komandi árini.
Í Spania er krav, at spælararnir hava ein prís í sáttmálanum, sum teir kunnu keypst fyri – óansæð um felagið ynskir tað ella ikki. Eins og við Pedri og Ansu Fati, so hevur FC Barcelona sett tann prísin til 7,4 milliardir krónur, ið svarar til eina milliard evrur.
FC Barcelona hevur fyrr brent seg av, at prísásetingin í sáttmálanum hevur verið ov lítil til at ræða onnur stórfeløg. Eitt nú tá Ronaldo í 1997 fór til Inter Milan, og tá Neymar tjúgu ár seinni skifti til Paris Saint Germain.