Stór nøvn á jólakonsert í Keypmannahavn

Innkomin peningurin verður latin óskorin til jólahjálpina hjá Í Menniskjum Góður Tokki.

Tann 5. desember kl. 19.30 er stór føroysk jólakonsert í Lindevang Kirke á Frederiksberg í Keypmannahavn.

Allur innkomin peningur frá konsertini, verður latin óskorin til jólahjálpina hjá Í Menniskjum Góður Tokki.

Høvi verður at hoyra GuðrunSólja, Stanley Samuelsen, Doria Kvartettina, Dagfinn Joensen, Margreta Á Rógvu, Ernst Sondum Dalsgarð, Páll Sólstein, Rannvá, Mo Millar, Laila Rong Hanna, Lea Kampmann, Súsanna Herálvsdóttir, Christian Asmussen, Hans Petur í Brekkunum, Sveinur Dam, Bartal Læarsson, Carl Johan Højgaard Simonsen og Vocalicious.

Atgongumerkið á 150 krónur fáast við dyrnar frá kl.18.30 og annars í Føroyahúsinum frá 1. november.
Børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd. Eitt gott hugskot er óivað at koma í góðari tíð, tí talan er um ónummererað  pláss.