Fyrr í vikuni frættist, at onkur hevði sett sildagørn uttarlaga á Skálafjørðinum, og at viðkomandi hevði fingið nakrar sildir.
Mikukvøldið, tá fólk stóðu á bryggjuni í skipahavnini við Toftagjógv við tráðu, sóust stórar torvur av sild svimja gjøgnum sjógvin inni í havnini.
Onkur royndi at sleingja út í torvuna við pilki, og tað bar væl til at fáa sild á pilkin. Tveir, sum stóðu har hetta kvøldið, fingu tilsamans 18 sildir.
Hetta var lutfalsliga smá sild, kanska á stødd við seið - ella so.