Íslendingurin, Ómar Svavarsson, er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele. Tað er úrslitið eftir aðalfundin í Føroya Tele í dag.
Hann er ikki tann einasti, sum er nývaldur í nevndina, tí heili seks av teimum sjey nevndarlimum í Føroya Tele, eru nývaldir á aðalfundinum í dag.
Føroya Tele sigur í tíðindaskrivi, at Nevndin er mannað við fýra umboðum, sum Føroya landsstýri velur hvørt ár, og trimum umboðum fyri starvsfólkið, sum standa fyri vali fjórða hvørt ár.
Formaðurin seinnu árini, Klaus Pedersen, tók ikki við afturvali, og Jóhannus Egholm Hansen og Fanny Petersen, sum øll eru vald av landsstýrinum, fóru eisini úr nevndini.
Harumframt hava starvsfólkini í ár valt nýggj umboð í nevndina fyri Ullu Stenberg, Christian Joensen og Janus Djurhuus.
Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Ólavur Ellefsen, Gloria Kalsø og Annbritt Klausen, sum landsstýrið hevur valt. Starvsfólkini hava valt Ólav Simonsen, Poul Poulsen og Osvald Joensen at umboða seg í nevndini.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstformanni.
Ómar Svavarsson er millum annað fyrrverandi forstjóri í Vodafone í Íslandi og sat í nógv ár í nevndini fyri P/F Kall í Føroyum, sigur Føroya Tele.