Stóra almenna skuldin kann hótta

Heldur Eyðun á Rógvu Olsen, stóri í Føroya Sparikassa

Støðan hjá peningastovnunum í Føroyum hevur hesa seinastu tíðina ikki verið serliga áhugaverd í fjølmiðlahøpi, heldur sparikassastjórin Eyðun á Rógvu Olsen.

Í nýggjastu útgávuni av blaðnum hjá Sparikassanum, Ábyrgdaranum, sigur hann hetta komast av, at brotasjógvarnir frá ringu kreppuni nú aftur hava lagt seg.

? Men spurningurin er, hvussu trygg legan í veruleikanum er, sum búskapurin í dag hvílir á, sigur hann. Stóra almenna uttanlandsskuldin kann gerast ein hóttan móti hesi hvíldini, fáa vit ikki greiðu á, hvussu vit skulu gjalda hana aftur. hendan óvissan sæst aftur í samfelagnum í dag sum vantandi hugur at gera íløgur í føroyska vinnulívið. Landsbankastjórin hevur skírt vantandi íløguhugin at vera eina sanna vanlukku fyri samfelagið, tí vit á henda hátt ikki so frægt sum megna at halda framleiðslutól okkara við líka, sigur Sparikassasstjórin.

Han heldur eisini, at tað stendur ein stór avbjóðing fyri framman hjá vinnulívinum.

? Tá vit fara undir oljuleitingarnar, hevur tað alstóran týdning, at føroyska vinnulívið eisini sleppur upp í part. Men til tess at fáa í lag samstarvsavtalur við feløg innan oljuvinnuna krevst, at vinnulívið lýkur eina ørgrynnu av hørðum treytum. Hvørt smávirki skal hava greiðan politikk á mongum økjum, sum vit ikki eru von at geva ans, og alt skal sjalprógvast, sigur Sparikassastjórin m. a. í oddagrein í Ábyrgdaranum.