Fyri einum hálvum ári síðani var tað stór sensatión, tá ið tað eydnaðist Føroyum at megna 1-1 á heimavølli ímóti Fraklandi í EM undankappingardysti.
Í kvøld hittust liðini aftur. Hesaferð var tað í Calais í Fraklandi, sum er kendur frá seinna heimsbardaga, tá ið teir sameindu gjørdu innrás.
Í kvøld lúrdi møguleikin, at føroysku amatørarnir skuldu vera fyri ógvusligari innrás frá fronsku heimsstjørnunum, men soleiðis var tað ikki.
Frakland vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Málið í fyrra hálvleiki skoraði Real Madrid spælarin Eduaordo Camavinga miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hann royndi seg úr 23 metrum. Bólturin streyk eftir vøllinum og fór í málið dygst úti við stólparótina.
Føroyska liðið var framúr væl skipað í verjupartinum. Fraklendingar høvdu bóltin mesta partin av tíðini, tað vóru nógvar spentar støður í føroyska brotsteiginum, men tað var ikki so ofta, at talan var um heilt upplagdar møguleikar. Og tá ið tað varð skotið og stútað ímóti føroyska málinum, var málverjin Bárður á Reynatrøð so sera tryggur.
Gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Føroyingar vóru onkra ferðina á mótstøðuhálvini, og bólturin varð onkra ferðina í deyðbóltsstøðum lagdur í franska brotsteigin, men talan var ongantíð um upplagdan føroyskan málmøguleika.
Tá ið tað restaðu átta minuttir var annar av føroysku miðverjunum, Áki Johannesen, óheppin at gera sjálvmál eftir flatt franskt innlegg úr høgru og so var 2-0. Áki Johannesen var annars ein brandur í miðverjuni. Bæði tá ið hann var saman við Børga Petersen, sum noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og tá ið hann var saman við avloysaranum Elias Rusborg, sum dagliga umboðar danska felagið Hvidovre IF.
Tá ið úrslitini frammanundan hava verið fín – javnleikur á heimavølli ímóti Fraklandi og Norðurmakedonia og javnleikur á útivølli ímóti Serbia – so man tað kennast at vera vónbrot at tapa 2-0 á útivølli ímóti Fraklandi. Men í stóra høpinum er tað væl og virðiliga at liva við, at lítlu Føroyar á útivølli varðveita spenningin ímóti einari av heimsins størstu fótbóltstjóðum, inntil tað resta átta minuttir.
Týskvøldið skal føroyska liðið aftur í eldin. Tað verður á útivølli ímóti Norðurmakedonia, sum Føroyar á heimavølli síðsta heyst spældu 1-1 ímóti. Í kvøld vóru framrættaðu Jonn Johannesen, Áki D. Samuelsen og Andrass Johansen á beinkinum alla tíðina. Teir eru smáskaddir, og tað er væl hugsandi, at teir týskvøldið fara at fáa møguleikan.
Frakland – Føroyar 2-0 (1-0)
Eduaordo Camavinga 23.
2-0: sjálvmál 82.
Stade de l'Épopée-Calais í Fraklandi hósdagin 24. mars 2022 kl. 19.45
U-21 EM undankapping
Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, HB, Áki Johannesen, B68, Børge Petersen, KÍ (Elias Rusborg, Hvidovre IF Danmark, 29.), Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, B36 (Gullbrandur Øregaard, Sandned ULF Noreg, 60.), Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, liðformaður, HB, Ragnar Skála, AB (Martin Agnarsson, B36, 60.), Lukas Giessing, Nykøbing FC Danmark – Steffan A. Løkin, B68, (Jørgen Nielsen, NSÍ 60.)
Á beinkinum: Jóannes E. Davidsen, EB/Streymur, Bjarti V. Mørk, HB, Jonn Johannesen, KÍ, Áki D. Samuelsen, HB, Andras Johansen, B36
Gult kort: Pætur Turiðarson Skipanes
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
Málmansvenjari: Rúni Klein Joensen