Stórabretland ávarar um nýggja hitabylgju

Bretskir veðurfrøðingar senda nýggjar ávaringar út um ógvusligan hita í komandi døgunum

Eftir at Stórabretland setti nýtt met innan hita í juli, hava bretskir veðurfrøðingar aftur í dag sent nýggjar ávaringar út um “ógvusligan hita” í pørtum av Onglandi og Wales.

 

Fríggjadagin væntast hitastigini at liggja um 35 stig, og í einkultum partum av landinum kann tað blíva 36 hitastig leygardagin.

 

Veðurstovnurin í Stórabretlandi ávarar um, at gomul fólk og onnur, ið illa tola ógvusligan hita, eru í vanda fyri at fáa heilsutrupulleikar.

 

Heilsutænastur hava longu nú fingið hundratals uppringingar frá fólkum, sum svíma ella hava trupulleikar at anda í hitanum.

 

Hitabylgjan í juli elvdi til streymslit, oyðilegði lagið á lendingarbreytunum á flogvallunum, gjørdi tokskinnarar ójavnar og kveikti eld fleiri staðni í London. Sløkkiliðini høvdu sína strævnastu viku síðan annan heimsbardaga.

 

Granskarar hava sagt, at veðurlagsbroytingarnar hava gjørt hitabylgjur tíggju ferð so sannlíkar í Stórabretlandi.

 

Í dag vísti ein uppgerð frá alheims veðurstovninum hjá ST (WMO), at juli mánaður var um allan heim ein av trimum heitastu julimánaðunum, ið nakrantíð eru skrásettir. Tað skrivar tíðindastovan NTB.