Stórabretland: - Vit skulu ikki dragast upp í kríggj

- Líkamikið, hvussu nógv trýstið verður, skulu vit ikki dragast inn í kríggið, sigur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og týski kanslarin, Friedrich Merz, stúra fyri avleiðingunum, nú USA ætlar at blokera Homussundið - siglingarleiðina inn og út úr Persaraflógvanum.

 

- Vit stuðla ikki blokaduni, sigur Keir Starmer vegna Stórabretland.

 

Útsøgnin hjá bretska forsætisráðharranum kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í nátt segði, at USA fer at blokera týdningarmiklu siglingarleiðina.

 

- Líkamikið, hvussu nógv trýstið verður, skulu vit ikki dragast inn í kríggið, sigur Keir Starmer.

 

Stríðið hevur tikið seg upp, eftir at friðarsamráðingarnar millum USA og Iran í Islamabad í Pakistan endaðu úrslitaleysar um vikuskiftið.

 

Heldur ikki týski kanslarin, Friedrich Merz, er unniligur við støðuna í Persaraflógvanum.

 

- Vit fara at merkja avleiðingarnar av krígnum við Iran í langa tíð framyvir, sigur Friedrich Merz, og tað er NRK, sum endurgevur.