Í kvøld verða tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Stórdysturin er í Manchester, har heimaliðið, Manchester City, fær vitjan av Bayern Munchen. Hin uppgerðin er millum Benfica og Inter Milan.
Manchester City – Bayern Munchen (20.00)
Hetta var áleið tað ringasta lutakastið, sum Pep Guardiola og Manchester City kundu ynskja sær. Heilt stóra málið hjá felagnum er at fáa hendurnar á stóru oyrini, men tað hevur ikki hepnast eins væl og tað hevur í Premier League.
Meðan heimaliðið stríðist við søguligu avbjóðingarnar, so eru gestirnir seksfaldir vinnarar av kappingini. Týski risin hevur vunnið Champions League í 1974, 1975, 1976, 2001, 2013 og 2020. Felagið hevur tó verið í einum aldurdali og venjarin er skiftur. Nýggjur í sessinum er Thomas Tuchel, sum vann Champions League finaluna móti Manchester City við Chelsea í 2021.
Manchester City er í stórformi í Premier League, men vegurin til finaluna í Champions League er langur. Vinnarin av hesi uppgerðini skal møta vinnaraunum av uppgerðini millum Chelsea og Real Madrid.
Væntaðar uppstillingar:
Manchester City: Ederson; Akanji, Rúben Dias, Aké; Stones, Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Gündoğan, Grealish; Haaland
Ikki við: Phil Foden
Bayern Munchen: Sommer; Pavard, De Ligt, Upamecano, Davies; Kimmich, Goretzka; Coman, Musiala, Mané; Müller
Ikki við: Neuer , Hernández, Choupo-Moting
Benfica – Inter (20.00)
Bæði Benfica og Inter Milan kunnu fegnast um, at tey eru komin heilt til fjórðingsfinaluna. Umframt at annar kemur í hálvfinaluna, so mótstøðan vinnarin av AC Milan og Napoli. Felags fyri hesi fýra er, at tey ikki blivu roknaði sum favorittar at koma í finaluna.
Heimaliðið hevur ferð aftaná ferð víst styrki í Champions League bólkaspælinum, men tað er meira sjálvsamt at liðið røkkur so langt. Serliga tá felagið hevur selt fleiri av sínum bestu spælarum seinasta árið.
Italskur fótbóltur hevur fingið eina endurreins og heili trý feløg eru komin víðari til fjóðingsfinalurnar, men Juventus er ikki eitt teirra. Inter Milan vann Champions League í 2010, men síðani hevur liðið ikki megnað at rokkið finaluni.
Væntaðar uppstillingar:
Benfica: Vlachodimos; Gilberto, António Silva, Morato, Grimaldo; Florentino, Chiquinho; João Mário, Aursnes, Neres; Gonçalo Ramos
Ikki við: Otamendi, Bah, Gonçalo Guedes, Draxler
Inter: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni; Dumfries, Barella, Brozović, Mkhitaryan, Dimarco; Martínez, Lukaku
Ikki við: Škriniar, Çalhanoğlu