Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar vunnu í kvøld sætta dystin á rað í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann Storhamar á útivølli 31-27 á Follo. Í fyrra hálvleiki var Storhamar flúgvandi, og tær vóru á odda heili 20-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki fóru tær tó niður í støðið, men samlað rakk tað til ein sigur.
Pernille var saman við Veroniku Kafka Malá næstbesti málskjúttin hjá Storhamar. Tær skutu sjey mál hvør. Pernille legði eisini upp til tvey mál (assist). Anniken Obaidli var við átta málum toppskjútti hjá Storhamar.
Storhamar er triðfremst í deildini við 18 stigum. Tær hava trý stig upp til oddaliðið, Larvik sum er fremst í deildini við 21 stigum. Sola er við 20 stigum næstfremst í deildini.
Komandi leygarkvøld klokkan 19 spælir Storhamar dyst í bólki A í Champions League. Dysturin verður leiktur á útivølli í Ungarn móti Debrechen.
2. november tapti Storhamar á heimavølli 28-30 (16-15) fyri Debrechen.











