Eitt ógvusligt álop á streymveitingina í landinum hevur ført til streymslit yvir stórar partar av Ukaina.
- Sum avleiðing av skaðum, sum fíggindin hevur framt, eru neyðstøðir settar upp í flestu regiónum, sigur elveitarin, Ukrenergo, á boðtænastuni Telegram tíðliga í morgun.
Orkumálaráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal, váttar eisini umfatandi álop og streymslit í landinum.
- Russar hava framt enn eitt ógvusligt álop á streymveitingina í landinum, og álopini halda fram, leggur orkumálaráðharrin aftrat.
Denys Sjmyhal sigur, at arbeiðið at loysa streymtrupulleikarnar byrjar so skjótt, sum trygdarstøðan loyvir tí.
Í vetur hava russar afturvendandi lopið á streymveitingina og farhitaskipanir í Ukraina, samstundis sum hetta hevur verið kaldasti veturin í landinum í fleiri ár.
- Tá tað hevur verið kaldast í Ukraina í vetur, hevur kuldin verið heilt niður í 20 stig, veit www.tv2.no at siga úr Ukraina tíðliga í morgun.











