Stormur fríggjadagin

Nógvur vindur og niður móti frostmarkinum um vikuskiftið, sigur DMI.

Lýggj og óstøðug luft við ælaveðri streymar av útsynningi. Fríggjanáttina fer eitt djúpt lágtrýst av útsynningi við nógvum vindi framvið Føroyum, áðrenn køligari luft streymar inn yvir Føroyar fyrst av vestri, seinni norðri.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum mikukvøldið makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æli og hitin millum 5 og 9 stig. Hósnáttina verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, skýggjað og eitt bil regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landsynningi og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Turt og møguliga sólglottar, men seinnapartin regn av útsynningi. Um kvøldið verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s og møguliga harðar hvirlur, men út á náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Regn, seinni ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin øtlar hann vindin upp í storm av vestri og útnyrðingi, 15 til 23 m/s, eitt bil møguliga hvassur stormur, 25 m/s, við hørðum hvirlum, seinni strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s. Um náttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Alt døgnið mest skýggjað og ælaveður og hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í trý stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, fyrrapartin upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Klárt, men okkurt æli. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s og samdrigið og okkurt æli og hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina snarar hann vindin í útnyrðing og øtlar up í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 1 og 6 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norði,  8 til 13 m/s og tað klárar í. Hitin millum 1 og 5 stig.