Stórsigur til Dansk Folkeparti

Teir ES-ivandi flokkarnir fingu framgongd í fleiri londum á valinum til Evropatingið í dag.

Í Danmark gjørdist Dansk Folkeparti við oddavalevninum Morten Messerschmidt á odda tann stóri vinnarin á danska valinum til Evropatingið. Flokkurin fekk knappliga 27 prosent av atkvøðunum og fýra umboð í Evropatingið. Hann hevði tvey frammanundan.

 

Sosialdemokratarnir, Vinstri og Sosialistiski Fólkaflokkurin mistu hvør sítt umboð, so teir nú hava ávikavist trý, tvey og eitt umboð. Tey trý seinastu umboðini fullu til Konservativa Fólkaflokkin, Fólkafylkingina ímóti ES og Radikala Vinstra.

 

Formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, átók sær í kvøld ábyrgdina av valúrslitinum, sum er tað ringasta hjá flokkinum í 25 ár. Hann segði beinleiðis, at Vinstri er í kreppu, og at floksleiðslan fer at hava fund um støðuna. Hann fer kortini ikki at taka seg aftur sum floksformaður. 

 

Tað er ikki bara í Danmark, at ES-ivasamir flokkar høvdu framgongd á valinum í dag. Tað sama hendi í eitt nú Bretlandi, Fraklandi og Grikkalandi.