Stórt avlop í AaB

Milliónirnar streyma í pengakassan hjá donsku meistarunum í AaB.

Danska meistarafelagið AaB, sum hevur føroyska Gilla Sørensen í hópinum, hevur í dag lagt fram eitt avlop áljóðandi 19 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing. Hetta er í tráð við meting teirra um, at avlopið fyri 2014 fer at vera ímillum 40 og 50 milliónir krónur.


Tað er serliga luttøkan í Champions League og seinni Europa League, ið hevur givið felagnum fíggjarligt rásarúm. Felagið hevur eisini selt Kasper Kusk til hollendska felagið Twente.


- Úrslitið fyri hetta tíðarskeiðið er ógvuliga nøktandi. Bæði á og uttanfyri vøllin arbeiða vit við at menna okkum, og vit hugsavna okkum framvegis um raksturin, sigur Stephan Schors, stjóri, við heimasíðu felagsins.


Felagið uppýsir, at eginpeningurin eftir triðja ársfjórðing er 78,9 milliónir krónur.