- Vit eru øgiliga kedd av hesum, tí nú fer hetta helst at detta niðurfyri.
Johan Joensen, skúlastjóri á Tvøroyri, er harmur um, at tað nú verður eitt krav, at tey, sum skulu til skips fyrstu ferð, skulu nú á trygdarskeið í tríggjar vikur, áðrenn tey sleppa umborð.
Skúlin á Tvøroyri hevur eina sjóvinnubreyt til næmingarnir í 10 flokk. Tað er eitt tilboð, sum hevur verið sera væl umtókt, og har ganga ímillum 12 og 20 næmingar um árið úr allari Suðuroynni.
- Tann heilt stóra gularótin hjá næmingunum er, undirvísingin á sjóvinnubreytini umfatar eisini trygdarskeið til sjófólk, so tá ið næmingarnir eru liðugir við 10, flokk, hava teir samstundis trygdarskeið, og kunnu bara beint til skips.
Johan Joensen sigur, at tað eru ikki so fáir næmingar, sum eru farnir beint av skúlabonki, til skips og fleiri av teimum eru skiparar og maskinmenn í dag.
Hann sigur, at gentur hava eisini verið á sjóvinnubreytini, og so eru tær slopnar at sigla við Strandferðsluni, ella Norrønu, eftir lokið prógv.
Skúlastjórin sigur, at hetta er ein skipan, sum letur seg gera, tí at trygdarskeiðið er tríggjar dagar.
Men nú trygdarskeiðið skal vara í tríggjar vikur, væntar hann, at sjóvinnubreytin fer at detta niðurfyri.
- Tað er vónleyst at taka heilar tríggjar vikur burtur úr tímatalvuni til eitt trygdarskeið, umframt at tað helst verður so dýrt, skúlin fær ikki ráð at rinda fyri tað.
- Hetta hevur verið eitt serta gott og meiningsfult tilboð til næmingarnar í 10. flokki, men nú dettur tað helst niðurfyri, sigur Johan Joensen.
Hann er sannførdur um, at hetta er eitt stórt bakkast fyri tey ungu, sum ætlar sær til skips, og hetta er eisini eitt bakkast fyri møguleikarnar hjá skipum at fáa manning.
- Og skulu vit hugsa um at seta nýtt sjófólk við fyri tey, sum leggja upp, er hetta eisini eitt bakkast heldur skúlastjórin.