Stórt rok tá Senegal vann afrikanska meistaraheitið

Senegalsku leikararnir rýmdu av vøllinum orsaka av einum brotssparksdómi

Mynd: Ritzau Scanpix

Senegal er afrikanskur meistari í fótbólti hjá monnum.

 

Í finaluni vann Senegal 1-0 á vertunum, Marokko aftaná longda leiktíð. Pape Gueye skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini.

 

Heilt móti endanum av vanligu leiktíðini bleiv rok. Brahim Diaz hjá Marokko datt heldur lætt í brotsteiginum hjá Senegal, og dómarin dømdi brotsspark við støðuna 0-0. 

 

Senegalesarnir vóru dansandi óðir um dómin, og endin var, at teir rýmdu av vøllinum. 

 

Aftaná ein longri steðg sissaðu senegalesarnir seg, og komu aftur á vøllin. 

 

Brahim Diaz, ið vann brotssparkið fyri Marokko vildi sjálvur taka brotssparkið, og hann royndi seg við einum "Panenka-brotssparki". Men Edouard Mendy í málinum hjá Senegal lat seg ikki lumpa, men loftaði bóltinum. 

 

Og so bleiv longd leiktíð, og tá var Senegal sum skoraði einasta málið í finaluni.

 

Hetta er aðru ferð í søguni, at Senegal vinnur afrikanska meistaraheitið. 

 

Um tvey ár verður afrikanska endaspælið leikt í trimum londum. Vertslondini vera Kenja, Tansania og Uganda. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix