Slovenia vann í kvøld 38-35 á Sveis í okkara EM-bólki, bólki D. Í steðginum var Sveis á odda 20-14, og teir vóru eisini á odda 23-14. Men Slovenia framdi eitt satt bragd, og vendi dystinum til sigurs.
Slovenia hevði fýra toppskjúttar, ið skutu seks mál hvør. Teir vóru Andraz Makuc, Domen Makuc, Domen Novak og Blaz Janc.
Sveis hevði tveir toppskjúttar, ið skutu seks mál hvør. Teir vóru Noam Leopold og Gino Steenaerts
Aftaná tvey umfør hevur Slovenia fýra stig. Føroyar hava trý stig, Sveis hevur eitt stig, og Montenegro er aftast við ongum stigi.
Skráin fyri bólk D:
16. januar: Slovenia – Montenegro 41-40
16. januar: Føroyar – Sveis 28-28
18. januar: Montenegro– Føroyar 24-37
18. januar: Sveis – Slovenia 35-38
20. januar: Montenegro – Sveis, kl. 17.
20. januar: Slovenia – Føroyar, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Sveis-Slovenia 35-38 (20-14):
##med2##











