Stórt skrædl ímóti Luksemborg

Fyrstu løtuna sá tað ljóst út, men so stongdi málverjin málið, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði tað av álvara

Tað varð roknað við, at hetta var dysturin, tá ið heimamenninir høvdu besta møguleikan at vinna í HM undankappingini, sum sjøtil í kvøld varð settur á, og við heimasigrinum ímóti Kekkia fyri ikki so langari tíð síðani í huga, varð møguleikin hildin ikki at vera so langt burtur.

 

Men tað var so langt frá, at tað eydnaðist at vinna. Luksemborg vann 31-26 eftir hálvleiksstøðuna 11-10.

 

Fyrstu løtuna sá tað heilt gott út. Álopsspælið var hugflogsríkt, og tað eydnaðist at vinna fleiri góðar málmøguleikar. Stóri trupulleikin var, at royndirnar ímóti málinum vóru ikki nóg neyvar.

 

Men føroyingar skoraðu bæði úr vinstru og høgru, har Hákun West av Teigum var nógv tann eyðsýndasti av føroysku spælarunum og toppskjútti við níggju málum.

 

Tað gekk javnt á, og Føroyar vóru støðugt frammanfyri við einum, inntil støðan var 7-6. So vendi tað. Málverjin stongdi málið, og ferð eftir ferð bjargaði hann, tá ið føroysku spælararnir vóru leysir ella vóru í góðum støðum.

 

Eftir fyrra hálvleik var eitt mál á muni, og tá ið seinni hálvleikur var stórar seks minuttir gamal, javnaði Vilhelm Poulsen við rimmar skoti, og tá sá tað aftur ljóst og vónríkt út.

 

So skrædnaði tað av álvara. Smáar tíggju minuttir seinni – tá ið tað restaði eitt stórt korter – var munurin fimm mál, og so var spurningurin bara, hvussu stórt skrædlið fór at verða.

 

Tað endaði 31 – 26, og vónbrotið er øgiliga stórt.

 

Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, tá ið nógvir góðir málmøguleikar vóru at skora, og í seinna hálvleiki var verjuspælið ikki so sannførandi.

 

 

 

Luksemborg – Føroyar 31 – 26 (11 – 10)

 

HM undankappingardystur

 

Fríggjadagin 14. janur 2022 kl. 19.30 í Høllini á Hálsi í Havn

 

Dómarar úr Litava: Justar Ivanauskas, Edvinas Jencevicius

 

Føroyar: Nicholas Satchwell, Pauli Jacobsen, Hákun West av Teigum 9, Sjúrður Olsen 5, Teis Horn Rasmussen 2, Áki Egilsnes 1, Vilhelm Poulsen 2, Peter Krogh 1, Helgi H. Hoydal 1, Rókur Akralíð 1, Rói Berg Hansen 1, Jónas G. Djurhuus, Nicholas Satchwell, Filip Jojic, Tróndur Mikkelsen 3, Niclas Selvig, Pauli Mittún