Stórt steypafinalupanel á FM1 við 11 ymiskum gestum

(FM1) Hoyr menn og kvinnur røða um steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum

##med2##

 

Maria Ziskason, kvinnufótbóltssamskipari og frásøgufólk hjá Televarpinum, Atli Gregersen, leikbannaður liðskipari hjá Víkingi, Jákup B. Andreasen, liðskipari hjá KÍ, Ragna Patawary, veteranur hjá KÍ, John Eystberg, venjari hjá HB-kvinnunum, Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo, Hans Jørgen Djurhuus, Víkinga-legenda og viðmerkjari, Teitur Joensen, viðmerkjari, Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68, Petur Jákup Heinesen, Víkinga-fjeppari og Eyðun Thorgeirsson, KÍ-fjeppari vóru gestir hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag. 

 

Tróndur Arge reikaði fyri einum longri og størri fótbóltspaneli í samband við, at steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum vera leiktar á Tórsvølli í morgin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

 

 

Klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá HB og KÍ. Jóna Nicolajsen og Frankie Jensen siga beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Klokkan 19 spæla mennirnir hjá KÍ og Víkingi. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. 

 

 

 

STÓRT steypafinalupanel við 11 ymiskum gestum

STÓRT steypafinalupanel við 11 ymiskum gestum