Einir 300 mans møttu á fundi, tá grindaformenn skuldu veljast fyri grindaøkið í Suðurstreymi, sum umfatar Havnar, Kirkjubíggjar- Hests- og Nólsoyar Kommunur.
Fýra formenn og tveir eykaformenn eru í økinum. Tríggir formenn og ein eykamaður í Havn, ein formaður í Nólsoy og ein eykaformaður í Kirkjubø. Og allir vórðu afturvaldir við lógvabrestum, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.
Ymisk evni, umframt valið, vóru uppi á fundinum.
Tosað var millum annað um uppskriving aftan á grindadráp í Sandágerði og um skaðar.
Tað vísir seg ofta, sigur Leivur Hansen, at skaðarnir henda eftir, at sjálvt drápið er liðugt. Tá menn fara at skriva seg upp. Tá eru nógvir ov bráðir, og í troðkanini, sum ofta verður, fáa bátar skaða.
Annars er okkurt sum bendir á, sigur Leivur Hansen, at ikki allir hava skilt rættiliga, hvussu uppskrivingin eigur at gerast.
Tað eru ikki grindaformenninir, sum skriva upp. Tað ger fólk frá Býráðnum og Sýsluskrivstovuni.
Hetta verður vanliga gjørt umborð á Pressaranum hjá Skipasmiðjuni, sum ofta liggur við reyðu boyuna fyri Álakeri. Og tað er bara har, bátarnir eiga at venda sær eftir drápið, sigur Leivur Hansen.
Annars eru menn samdir um, at hvalvágin í Sandagerði er frálík.