Stórur kornútflytari í Ukraina deyður í russiskum álopi

Zelenskyj forseti sigur tað vera stóran miss fyri Ukraina, at stovnarin av kornfelag er deyður í álopi

 

Ein sløkkiliðsmaður roynir at sløkkja eld, sum er komin av russisku bumbingini í nátt í býnum Mykolajiv Foto: Str/Ritzau Scanpix

Ukrainski ríkmaðurin Oleksiy Vadatursky og kona hansara, Raisa, eru deyð í russiskum álopi í nátt. Tað upplýsir Vataliy Kim, guvernørur í syðra havnarbýnum Mykolajiv, í dag.

 

74 ára gamli Oleksiy Vadatursky er stovnari og eigur felagið Nibulon, sum er ein av størstu framleiðarum og útflytarum av korni í Ukraina.

 

Hann og konan doyðu, tá ein russisk rakett rakti heim teirra í Mykolajiv. Tað skriva ukrainskir miðlar.

 

Felagið Nibulon er í hernaðarliga týdningarmikla býnum Mykolajiv, sum liggur við russiskthersetta landspartin Kherson. Tað er eitt av teimum kornfeløgum, sum eru so stór, at tað tað eigur sín egna flota til útflutning.

 

Ukranski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, lýsir deyða Vadatursky sum »ein stóran miss fyri øll í Ukraina«.

 

Oleksandr Sankevych, borgarstjóri í Mykolajiv sigur sambært BBC, at bumbingin í nátt er tann harðasta í býnum higartil.

 

Álopini hava millum annað gjørt skaða á eitt gistingarhús, eitt ítróttarøki, tveir skúla og fleiri heim.

 

Mykolajiv er á høvuðsleiðini til Odesa, sum er tann helst týdningarmesti havnarbýurin í Ukraina.

 

/ritzau/Reuters

 

Ein sløkkiliðsmaður roynir at sløkkja eld, sum er komin av russisku bumbingini í nátt í býnum Mykolajiv Foto: Str/Ritzau Scanpix