Stórur luksusbilur frá Kia

Kia Motors sýnir fram ein heilt nýggjan designstíl á North American International Auto Show 2016, sum er í Detroit í hesum døgum.

 

Talan er um Kia Telluride Concept, ið er ein konseptbilur, sum sýnir hvussu ein fullsize sjeypersónabilur kann síggja út.

 

Kia Telluride Concept er teknaður á Kia Design Center í USA og er nokk serliga ætlaður til amerikanska marknaðin. Bilurin minnir ikki sørt um nýggja Volvo XC90 og hevur umleið somu mát sum hann.

 

Kia Telluride Concept er ein hybridbilur við 270 hk V6 bensinmotori og 130 hk elmotori, sum tilsamans geva bilinum 400 hk. Bilurin hevur 22-tumma hjól í støddini 275/45 R22.

 

Hóast hesin er ein konseptbilur, er ikki óhugsandi at ein líknandi Kia kemur á marknaðin um ikki so langa tíð.