Tí stórur munur er á prísinum á olju og bensini hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum, Magn og Effo.
Sum støðan er í kvøld, so er prísurin hjá Effo munandi hægri enn hjá Magn.
Ítøkiliga kostar hvør litur av brennievni 50 oyru meira hjá Effo enn hjá Magn.
Effo kr |
Magn kr |
munur kr | |
Blýfrítt benin |
12,04 |
11,54 |
0,5 |
Diesel |
10,24 |
9,74 |
0,5 |
Bátadiesel |
9,94 |
9,44 |
0,5 |
Bátadiesel+ |
10,75 |
10,25 |
0,5 |
Gassolja |
9,5 |
9 |
0,5 |
Tann sum keypir 100 litrar av bensini í kvøld sparir 50 krónur við at keypa frá Magn heldur enn hjá Effo.
Og tann sum fyllir sær 1500 litrar av brenniolju á tangan heima við hús sparir 750 krónur við at keypa frá Magn heldur enn frá Effo.
Tað er ikki loyvt hjá til dømis oljufeløgum í Føroyum at avtala at hava sama prís. Tað er kartellvirksemi og verður revsað. Men tað er lov hjá einum oljufelag at leggja seg á sama prísstøði, sum hitt oljufelagið. Tí tá er tað kapping.
So fáa vit at síggja, hvussu prísstøði verður hjá Magn, tá tey koma til arbeiðis í morgin.