Barnaansing er í dag ein kommunal uppgáva, sum kostar nógv á fíggjarætlanini hjá kommununum. Hvørt pláss kostar oman fyri 1.000 kr. um mánaðin, og tí royna kommunurnar sjálvsagt at halda plássini á einum minstamarki. Í løtuni er býti millum land og kommunu, at landið rindar 50% av byggiútreiðslunum og 40% av rakstrarútreiðslunum, meðan kommunurnar rinda ávikavist 50% og 30%. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, hevur skotið upp at broyta skipanina, soleiðis at land og kommuna framyvir hvør skulu lata 35% av rakstrarútreiðslunum, meðan foreldrini framvegis skulu gjalda 30%, eins og tey gera í dag. Um uppskotið verður samtykt í løgtinginum, fer barnaansingin framyvir at kosta kommununum enn meira, og harvi minkar møguleikin fyri, at kommunurnar økja talið á ansingarplássum í bræði.
Bíðilistin í Klaksvík longri enn í Havn
Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið tosað og skrivað um landa bíðilistan til barnaansing í Tórshavnar kommunu. Í síðstu viku varð nevnt í útvarpinum, at sløk 400 børn í løtuni bíða eftir plássi í Havn. Tórshavnar býráð er farið at tosa um alternativar møguleikar til ansing, og hevur sett meira pening av á fíggjarætlanini fyri 1998, fyri at bøta um støðuna.
Sjálvt um ikki hevur verið líka nógv skrivað um trupulleikan aðrastaðni, er tað ein sannroynd, at støðan er líka ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. Í Klaksvík eru 160 kommunal ansingarpláss í dag, men hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin á plássum. Seinastu tølini vísa, at tørvur er í minsta lagi á líka nógvum plássum aftrat.
Bíðilistin til barnaansing í Klaksvík er longdur nógv seinasta árið. Ikki síðani endn á 1980-árunum hevur bíðilistin verið so langur. Hjá kommunalu dagrøktarskipanini standa eini 40 børn á bíðilista, og í barnagarðinum er talið nógv hægri, uml. 140 børn. Nøkur børn standa á báðum bíðilistunum, men tað eru eisini nógv børn, sum ikki eru skrivað upp, tí foreldrii vita, at onki pláss er fyri teimum. Samlaða tørvsmetingin er eini 160 pláss, t.v.s. 100% aftrat teimum plássum, sum eru í dag.
Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er umleið 3,5 ferðir størri enn í Klaksvík, so um vit falda bíðilistan í Klaksvík við 3,5, hevði talan verið um 550 manglandi pláss, um býirnir vóru líka stórir, also nógv longri bíðilisti enn í Havn.
Knappligi vøksturin á bíðilistanum hevur skapt trupulleikar fyri Klaksvíkar kommunu, sum ikki er før fyri at skula stovna so nógv nýggj pláss uppá so stutta tíð. Onkrar leysar ætlaninir eru frammi í løtuni, men einki ítøkiligt sær út til at verða gjørt fyri at loysa trupulleikan skjótt.
Ikki bara børnini svíða
Meðan bíðilistin bara veksur, verða børnini ansað aðrastaðni enn í tí kommunalu skipanini, m.a. hjá »svørtum« dagrøktarmammum, hjá ommum og abbum, av arbeiðsgentum ella aðra staðni. Foreldrini royna at klára seg sum frægast, meðan tey bíða og vóna at fáa eitt pláss innan alt ov langa tíð, men í nógvum førum er hetta ein hørð tíð bæði fíggjarliga og sálarliga. Nógvir sjúkradagar og ring samvitska slítur bæði familjuna og viðurskiftini til arbeiðsplássið og starvsfelagarnar, sum noyðast at taka eyka arbeiði.
Í fleiri førum er støðan so álvarslig, at fólk hava noyðst at sagt arbeiði frá sær, tí eingin er at passa børnini, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Tað eru eisini fleiri mammur, sum vóru arbeiðsleysar, áðrenn tær áttu, sum ikki seta seg førar fyri at leita sæ eftir arbeiði eftir lokið barnsburðarfarloyvi, tí tær fáa ikki børnini ansað. Hesar kunnu koma í klemmu í arbeiðsloysisskipanini, sum krevur, at tær skulu vera til taks, fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan.
Foreldrini noyðast
at gera vart við seg
Um foreldrini í Klaksvík, sum hava børn á bíðilista til eitt ansingarpláss, ikki av álvara gera vart við seg, so fara onnur mál at verða loyst fyrst, og so verður als eingin peningur eftir til nýggjan barnagarð, vøggustovu ella fleiri dagrøktarmammur. Besti mátin at fáa politisku myndugeikarnar áhugaðar i málinum er við at vísa á, hvussu nógv fólk hesin trupulleiki rakar. Við børnu, forreldrum, ommum og abbum, arbeiðsgevarum og starvsfelagum munnu minst 600 klaksvíkingar kenna trupulleikan væl. Hetta er ein stórur bólkur av borgarum, sum skuldu kunna gjørt vart við seg, um tey gjørdu eina roynd at tosa við politikararnar. Nøkur foreldur fara nú at gera eina roynd av savna øll hesi fólk, fyri at fáa gongd á málið, og fyrsta tiltakið verður í vikuskiftinum komandi.
Fundur fyri
foreldur og børn
Fyri at fáa eina hóming av, hvussu stórur tørvurin veruliga er, og uppskot til, hvussu tað átrokandi plásstrotið frægast kann loysast, verður skipað fyri fundi í Tekniska Skúla við Borðoyarvík leygardagin 6. des. kl. 15.00.
Á fundinum er fyrst og fremst ætlanin, at foreldrini skulu fáa høvi til at greiða politikarunum frá teirra støðu, og geva hvørjum øðrum góð ráð um, hvussu ein kann klára seg, til pláss er í kommunalu skipanini. Aftaná fara umborð fyri sosialu nevnd, dagrøktina og barnagarðin at kunna um framtíðarætlanir hjá kommununi á barnaansingarøkinum.
Øll, sum eru áhugað í málinum, eru vælkomin við á fundin. Hann er lagdur leygardag seinnapart. so børnini kunu koma við at gera vart við seg, og samstundis fáa ein hugnaligan dag saman við øðrum børnum og vaksnum. Áðrenn fundurin byrjar og í steðginum fáa børnini saft og okkurt gott afturvið, meðan foreldrini fáa kaffi og te. Meðan fundurin er, sleppa størru børnini at spæla í einum høli við síðuna av fundarhølinum, har nakrar grentur úr 9. og 10. flokki fara at anda eftir teimum.