Í dag eru liðin 40 ár síðani Argja Bóltfelag var sett á stovn.
Tað var danin, Johnny Nyby sum saman við ungum argjadreingjum tók stig til at stovna AB. Ein av stovnarunum, var tann tá bert 17 ára gamli Fróði Olsen, sum mong í dag kenna frá Argja Róðrarfelag.
Tað var eitt vágið stig at stovna AB tá, tí teir sum stovnaðu felagið høvdu ongan stuðul frá Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, og høvdu tíansheldur ongan vøll úti á Argjum tey fyrstu árini. HB og B36 vóru tó betur við AB, enn kommunalu myndugleikarnir, og argjamenn sluppu at spæla sínar dystir í Gundadali. Annars hevði AB eitt eitið av einum vølli við gamla skúlan á Argjum, har vant var eftir førimuni. Upprunaliga ynskið hjá AB var, at vøllurin skuldi gerast har, sum Umhvørvisstovan heldur til í dag. So hevði fótbóltsvøllurin ligið mitt í bygdini, og so hevði AB upplivað eina størri menning nógv fyrr, sambært Fróða Olsen.
Klokkan 15.10 til 17 í dag verður ein serlig sending á Rás2, sum snýr seg um søguna og nútíðina hjá AB. Tosað verður við Andrass Drangastein, fyrrverandi formann í AB, Jens Michal Tróndheim, núverandi formann í AB, Sjúrð Olsen, formann í FC Argjum, sum rekur effodeildarliðið hjá AB, Fróða Olsen, og so eisini brøðurnar Heðin og Jónas Stenberg, sum eru partur av effodeildshópinum hjá AB.
Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot, har Fróði Olsen fortelur um tey fyrstu árini hjá AB.